Tíðindi
Góður innsatsur á summarstevnuni
Svimjararnir settu fleiri persónlig met og vístu framúr góðan liðanda á ársins summarstevnu.
21. juli 2026
Seks svimjarar umboðaðu Nordic Swim Academy á summarstevnuni í juli. Samanlagt settu tey níggju persónlig met.
Venjaratoymið fegnast serliga um góða liðandan, har royndir svimjarar hjálptu teimum, sum vóru til sína fyrstu kapping. Hjartaliga tillukku til øll!